- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mykineshólmurin í heimskendum tíðarriti
Hans Juul Nystrøm Hansen hevur stóran áhuga fyri myndatøku, og mynd hansara av Mykinsehólmanum er nú vald út av The Royal Photogenic Society at vera millum bestu ferðamyndir.
Myndin er við í nýggjastu útgávuni av Traveller tíðarritinum hjá Wexas.
Tað er ikki fyrstu ferð, at ein mynd hjá Hans Juul Nystrøm Hansen endar í kendum tíðariti. Fyri nøkrum vikum síðan endaði ein mynd hjá honum av Gásadali í New York Times. Tað var fyrsta mynd hjá Hans Juul Nystrøm Hansen, ið nakrantíð var á prenti. Les um tað HER.
Hans Juul Nystrøm Hansen er lítillátin, tá hann verður spurdur um møguleikarnar, ið myndirnar geva honum.
- Eg veit ikki, um eg kann brúka hetta til nakað, men mær dámar væl at fáa myndirnar út og síggja, hvussu tær fáa sítt egna lív. Og sum tær kunnu vera við til at kunna útlendingum um Føroyar, so ongantíð betri.