Oljuroyndir til Danmarkar

Oljuroyndir til Danmarkar
Lærdi Háskúlin í Århus skal fáa greiðu á, hvør orsøkin var til oljudálkingina á Trongisvágsfirði í september í fjør
 
14.02.2014 - 11:23

Royndirnar, sum vórðu tiknar í sambandi við oljudálkingina á Trongisvágsfirði í september í fjør, verða nú sendar til greiningar á Lærda háskúlanum í Århus.

Tað varð avgjørt á fundi millum politiið, ákæruvaldið og Umhvørvisstovuna í gjár.

Úrslitið av greiningini kemur um seks til átta vikur.

Tá fæst at vita, um oljan á sjónum er frá einum av skipunum, sum eru undir illgruna.

Oljuroyndir vórðu tiknar av trimum skipum, sum vóru undir illgruna fyri at leka oljuna.

Tey eru Smyril, niðurlendska tangaskipið Thun Germini og frystifarmaskipið Frio Ionian, sum er skrásett í Liberia.

Thun Germini var farið úr Føroyum, áðrenn til bar at taka roynd av oljuni har.

Men tá skipið kom til Danmarkar, fekst rættarúrskurður í Danmark um at taka oljuroyndina, meðan skipið var í Danmark.

Tað kostaði Tvøroyar kommunu knappliga hálva millión krónur at rudda eftir oljudálkingina í september.

Men kommunan veit ikki, hvør skal hava rokningina, tí ikki er staðfest, hvør dálkaði fjørðin.

Jaspur Vang, politikommisserur í Suðuroynni, hevur ongar viðmerkingar um tað, sum borgarstjórin á Tvøroyri segði.

Hann sigur, at politiið í Suðuroynni gjørdi tær kanningar, sum skuldu gerast.

Meira vil hann ikki siga um málið, heldur ikki, hví oljuroyndirnar ikki fara til greiningar fyrr enn nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519