- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík
Verkættlanin at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík er nú komin so mikið ávegis, at sáttmálarnir við arbeiðstakararnar eru undirskrivaðir, og klárt er at fara undir sjálvt arbeiðið.
Í næstu viku verður spakin settur í.
Mánadagin vórðu sáttmálar um útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík undirskrivaðir við støði í tilboðunum, sum vóru komin inn til lisitatiónina, sum varð hildin 6. november í fjør.
Tað verður byggifelagið Kanjon, sum skal standa fyri jørð-, betong-, stál-, kloakk- og lendisarbeiðinum, meðan Malltekk fer at gera timbur-, snikkara- og byggiplássarbeiðið.
Múraraarbeiðið fer Jan E. Andersen at taka sær av, málaraarbeiðið Magni Jacobsen, HVS Blikksmiðjan, meðan EL-IN skal gera el-arbeiðið.
Í tørvslýsingini fyri útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík stendur, at eftir at útbúgvingartilboðið í sambandi við matvøruútbúgvingina er økt, er tørvur á at raðfesta hølisviðurskiftini til matvøruútbúgvingina.
Í hesum sambandi verða umstøðurnar til HF eisini bøttar, og Tekniski Skúli fer eftir útbyggingina at hýsa hesum báðum útbúgvingartilboðunum.
Umframt víðkan og tillaging verður eisini talan um dagføringar av samlaða virkseminum á skúlanum.
Sambært verklagslógini eru tilsamans 36 mió. krónur settar av til Tekniska Skúla í Klaksvík.
Útbyggingin fevnir um umleið 1.450 fermetrar, umframt 80 fermetrar til samanbygging av bygningunum.
Spakin verður settur í hósdagin í næstu viku.