- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið viðgera stýrisskipanina
Løgtingið fer at viðgera sjálva stýriskipanina í dag.
Tjóðveldi hevur trý uppskot um at broyta stýriskipanarlógina, og tey verða viðgjørd undir einum í dag.
Ætlanin er, at uppskotini síðani fara í Rættarnevndina.
At Tjóðveldi nú vil hava stýriskipanina broytta, merkir tó ikki, at flokkurin hevur slept dreyminum um eina føroyska stjórnarskipan, sigur Gunnvør Balle.
Fyrst á skránni eru ófráboðaðir fyrispurningar til landsstýrið.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, vil hava løgtingið at viðgera og avgreiða uppskot um, at Atlantic Airways keypir aftur triðingin av partapeninginum, sum varð einskildur í november 2007.
Johan Dahl sigur, at full undirtøka var fyri uppskotinum á landsstýrisfundinum í gjár.
Løgtingið fekk uppskotið í gjár, og Johan Dahl hevur biðið um, at løgtingið víkir frá øllum tíðarfreistum í sambandi við hetta mál.
Tað er neyðugt, um uppskotið skal leggjast fram og avgreiðast á tingfundinum í dag.
Og hetta er neyðugt, tí Atlantic Airways er børsskrásett partafelag, sigur landsstýrismaðurin.
Tingfundurin byrjar kl. 11.