Havnin hóttir løgtingið

Havnin hóttir løgtingið
Tórshavnar kommuna góðtekur ikki, at innkomuvegurin til Havnina ikki verður tikin við í ætlanina um undirsjóvartunlarnar, sigur borgarstjórin
 
12.02.2014 - 14:19

Tórshavnar kommuna góðtekur ikki, at innkomuvegurin til Havnina ikki verður tikin við, nú semja er um at gera bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin.

Í skrivi til løgtingið, vísir Heðin Mortensen, borgarstjóri á, at støðan hjá kommununi er greið.

Tí um fá ár stendur Skúladepilin í Marknagili liðugur.

Tað fer at økja munandi um ferðsluna í vesturbýnum, og tí er neyðugt, at fyrsta byggistig av innkomuvegnum røkkur vestur í Marknagil, haðani kommunan er sinnað at gera sambindingarveg frá innkomuvegnum oman til Marknagilsvegin, tætt við Skúladepilin.

 

Neyðugt við innkomuvegi

 

- Nú innkomuvegurin enn einaferð tykist vera skumpaður til viks í upplegginum til polittisku semjuna í løgtinginum um Sands- og Skálafjarðartunnilin, fer Tórshavnar kommuna at gera vart við tørvin at fáa hetta sera átrokandi málið loyst.

Tórshavnar kommuna fer við skrivinum at senda løgtinginum ein greiðan boðskap, so eingin ivi er um, hvørja støðu kommunan hevur í málinum. Kommunan fer ikki at góðkenna, at tunlarnir koma upp í Suðurstreymoy og viðføra munandi størri ferðslutrýst á kommunala veganetið í Tórshavnar kommunu, uttan so, at innkomuvegurin til Havnar samstundis verður gjørdur, soleiðis at takast kann ímóti øktu ferðsluni. Og hann skal gerast á ein att, sum Tórshavnar Býráð kann góðkenna.

 

Løgtingið má taka málið í álvara

 

Hann sigur seg vóna, at løgtingið tekur boðini í álvara, tí einki er vunnið við tunlum fyri milliarda upphæddir, fyri at koma skjótari til Havnar, um langar bíðirøðir koma at standa við Norðrara Ringveg, ella Marknagilsvegin fyri at sleppa inn í býin. Tí tað verður úrslitið, um innkomuvegurin ikki verður gjørdur, áðrenn ella seinast samstundis sum tunlarnir lata upp, skrivar Heðin Mortensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981