7 milliónir í ferðastuðuli

7 milliónir í ferðastuðuli
TAKS rindaði 1.066 føroyingum ferðastuðulin um vikuskiftið, skrivar TAKS á heimasíðuni
 
12.02.2014 - 15:12

1.066 føroyingar fingu um vikuskiftið ferðastuðul útgoldnan frá TAKS.

Útgjaldið var tilsamans 7 milliónir krónur.

Aftur í ár nýtti TAKS mannagongdina, við at borgarar, ið lótu umsóknina til ferðastuðul inn áðrenn 10. januar 2014, fingu lovað frá TAKS, at peningurin var á konto tann 10. februar 2014.

- Tað tykist sum fólk hava tikið væl ímóti hesum háttinum, har tey vita júst nær peningurin er á konto.

Vit síggja eisini eina munandi betring í umsóknunum nú í mun til seinasta átak, umsóknirnar eru rættari, og hetta ger tað lættari fyri okkara starvsfólk at avgreiða tær skjótt og væl, sigur Mai-Britt Vinther, deildarleiðari.

Ferðastuðul verður veittur fyri ferðing, bæði á landi og sjóvegis, millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum.

Søkt verður um ferðastuðul fyri teir arbeiðsdagar, umsøkjarin hevur ferðast millum bústað og arbeiðsstað.

Ferðastuðul verður veittur, um meir enn 20 km eru aftur og fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035