- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tunlarnir í tingið
Í gjár fekk løgtingið lógaruppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Uppskotið skal liggja á Løgtingsskrivstovuni í tríggjar dagar, áðrenn tað verður lagt fram.
Uppskotið verður tí ikki lagt fram á tingfundinum í morgin.
Men á tingfundinum í morgin fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at taka aftur uppskotið um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð. - altso uppskotið um privatu loysnina saman við Copenhagen Infrastucture Partners.
Tað er uppskotið, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, legði fram 1.august í fjør og sum hevur verið í Rættarnevndini síðani 6.august.