- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungdómsting í tveir dagar
Ungdómsting verður í løgtinginum í dag og í morgin. 32 næmingar úr fýra 9. flokkum í Føroyum fáa høvi at royna seg sum løgtingspolitikarar.
Flokkarnir hava sent inn uppskot, ið skulu viðgerast í tinginum.
Seks uppskot eru innkomin um broyting í løgtingslóg, - um næmingaráð í fólkaskúlanum, føroyskt mál og um teldur í fólksaskúlanum, um aldursmark at koyra prutl, um hámarksferðina at koyra prutl,og um innflutning og sølu av rúsdrekka.
Seks uppskot eru til samtyktar, og tey eru um frukt og grønmeti í skúlunum, um at fáa nýggja lærugrein, retorikk, inn í framhaldsdeildina og í miðnám, um at hækka ferðafrádráttin til ung á øllum samferðsluøkjum, um heimsátrúna í fólkaskúlanum, at endurskoða tingmannalønirnar, og um ræði á málum og málsøkjum - og tað snýr seg um at yvirtaka løgreglu og ákærumyndugleika.
Umframt at viðgera uppskot, fáa skúlanæmingarnir eisini roynt seg við nevndararbeiði.
Næmingarnir verða valdir í ta nevndina, sum skal viðgera tað uppskotið, sum tey sjálv hava sent inn.
Nevndin skal í minsta lagi mæla Ungdómstinginum til at fella eitt uppskot. Nevndarlimirnir samráðast um, hvat av uppskotunum skal falla.
Á skránni í dag er nevndarviðgerð og álit skulu skrivast. Eisini vitja politisku ungmannafeløgini.
Fyrrapartin í morgin verður viðgerð í tingsalinum og atkvøðugreiðsla, og seinnapartin fáa tey høvi at seta løgmanni og landsstýrisfólkum ófráboðarar fyrispurningar.
Tingfundirnir í dag og í morgin byrja kl. 10.