- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tunnilin: Lív bíðar eftir løgtinginum

Lív ger einki við Eysturoyartunnilin, fyrr enn politiska semjan er staðfest í løgtinginum og almenna partafelagið, sum skal gera og eiga tunnilin, er stovnað.

Lív eigur P/f Skálafjarðartunnilin og 20 prosent í partafeløgunum, sum Copenhagen Infrastructure Partners stovnaðu í Føroyum í juni í fjør.

Lív gjørdi samstarvsavtalu við PensionDanmark, sum eigur pengarnar, Copenhagen Infrastructure Partners skuldu gera íløguna fyri í Føroyum.

Støðan óbroytt

Feløgini, sum vórðu stovnað í fjør summar, eru Eysturoyartunnilin og Faroese Infrastructure Holding.

Lív-samtakið, sum landsstýrið framvegis eigur, var einasti íleggjari í Føroyum, sum hevði álit á privatu loysnini á Skálafjarðartunlinum.

Støðan hjá Lív er tann sama í dag sum hon var í fjør summar. Stjórin í Lív, Jan Jakobsen, og nevndarformaðurin, Finn Danberg, siga báðir, at Lív bíðar eftir endaligu avgerðini um almennu loysnini, sum politisk semja nú er um.

Eigur kanningarúrslit

P/f Skálafjarðartunnilin, sum Lív eigur, hevur seismiskar kanningar, sum vórðu gjørdar fyri nøkrum árum síðani á leiðini, har sum tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna skal vera. Kanningarnar siga, hvussu jarðfrøðiligu viðurskiftini eru undir Tangafirði og Skálafirði.

Hesar kanningar kann almenna partafelagið, leggur tað í, keypa frá P/f Skálafjarðartunlinum, so almenna felagið sleppur undan at gera kanningarnar av nýggjum.

Hvørki stjórin ella nevndarformaðurin vilja siga, hvussu nógv, seismikkurin kostar. Men partapeningurin í Skálafjarðartunlinum er 11,8 mió. kr.