- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bøndur noyðast í bankan eftir fígging
Broytingarnar í lógini um landsjørð, sum løgtingið viðger, kunnu gera, at bøndur í framtíðíni noyðast at fara í peningastovnarnar eftir fígging. Og tað verður so fígging við teimum treytum, sum peningastovnar seta.
Ávaringin kemur frá tveimum limum í stýrinum fyri Búnaðargrunnin.
Á fundi í Vinnunevndini
Marion á Lakjuni og Óluva Midjord góvu Vinnunevndini hjá løgtinginum eitt skjal um fíggjarstøðuna hjá Búnaðargrunninum, tá tey vóru á fundi har fyrr í vikuni.
Har verður sagt, at skal Búnaðargrunnurin altíð hava pengar tøkta á festikontum til festarar, sum søkja um pengar haðani, fer grunnurin bara at hava sjey-átta milliónir krónur at læna út hvørt ár.
Og tá noyðist landbúnaðurin eisini at leita sær fígging aðrastaðni, er niðurstøðan í skjalinum, sum Vinnunevndin fekk.