- Tíðindi, mentan og ítróttur
Freistin í tunnilsmálinum farin
Freistin í tunnilsmálinum farin
Nýggja tunnilssemjan kemur í tingið í næstu viku, og tá verða øll hinu uppskotini væntandi tikin aftur
06.02.2014 - 07:43
Týsdagin 4.februar fór freistin, sum Rættarnevndin og Fíggjarnevndin fingu frá løgtingsformanninum fyrst í november at viðgera tunnilsmálini, sum komu í løgtingið 6.august í fjør.
Men í næstu viku kemur nýggja tunnilssemjan um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin í løgtingið. Tá verða øll hini tunnilsuppskotini væntandi tikin aftur.
Lógaruppskotið, sum allir flokkar taka undir við, er longu gjørt.
Tað er dagfest 18.desember 2013. Fíggjarmálaráðið gjørdi lógaruppskotið, sum skal geva landsstýrismanninum í fíggjarmálum loyvi til at stovna partafelag at gera og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoynna og Streymoynna og Sandoynna og Streymoynna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV