Avlurting send til hoyringar

Avlurting send til hoyringar
Broytingarnar í fjarskiftislógini, sum skulu gera tað gjørligt hjá politinum at lurta í loynd eftir telefonsamrøðum, eru sendar til hoyringar
Lógarbroytingar skulu geva politinum loyvi til at lurta eftir telefonum
 
03.02.2014 - 10:28

Politiið í Føroyum hevur víst á, at politiið, tá tað kannar brotsmál, ikki hevur møguleika at brúka avlurting í sínum arbeiði. Hetta tarnar nógv kanningararbeiðinum, sigur politiið.

Endamálið við broytingunum í fjarskiftislógini er at áleggja fjarskiftisveitarum í Føroyum skyldu til at hava neyðugu útgerðina, so politiið kann lurta eftir telefonum og lesa SMS-boð. Samstundis er lógaruppskot, avlurtingarpakkin sonevndi, í løgtinginum.

Hesar lógarbroytingar skulu geva politinum loyvi til at lurta eftir telefonum.

Rættargangslógin má broytast 

Talan er um broyting í rættargangslógini, tí er talan um ríkislógartilmæli, sum er í Rættarnevndini.

Broytingarnar í fjarskiftislógini fara at kosta veitarunum, Føroya Tele og Vodafone, 11,7 mió. kr., tí veitararnir skulu, sambært lógaruppskotinum, bera allan kostnaðin til útgerð og rakstur. Íløgan er mett at kosta tíggju milliónir krónur og raksturin 1,7 milliónir um árið.

Tó skal politiið rinda fyri upplýsingarnar, sum tað fær frá telefeløgunum. Internetavlurting er ikki við í lógaruppskotinum, sum er á veg í løgtingið úr Vinnumálaráðnum. Hoyringarfreistin er stutt, hon endar fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981