Tórshavnar Býráð vil hava bústaðarskyldu á Reyni

Tórshavnar Býráð vil hava bústaðarskyldu á Reyni
Ein meiriluti í Teknisku nevnd í Tórshavnar Býráð vil hava bústaðarskyldu setta í verk úti á Reyni og í miðbýnum í Havn
Ein meiriluti í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráð vil hava bústaðarskyldu setta í verk úti á Reyni (á myndini) og í miðbýnum í Havn
 
29.01.2014 - 08:55

Meirilutin hevur heitt á býráðið um at kanna løgfrøðilig viðurskifti í tí sambandi, tí eingin lóg finst, sum heimilar kommununum at áleggja bústaðarskyldu.

Tað eru bara bøndur og prestar, sum hava bústaðarskyldu. Og tí má kommunan útvega lógarheimild frá landinum.

Hetta er trupult at hava við at gera, tá bústaðarskylda er einasti máti at tryggja trivnaðin í ávísum øki, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Málið kemur fyri á býráðsfundinum í annaðkvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035