Samráðast nú aftur um makrel

Samráðast nú aftur um makrel
Samráðingarnar verða tiknar uppaftur seinnapartin, og ein vika er sett av at samráðast
 
18.11.2013 - 15:14

Makrelsamráðingarnar verða verða tiknar uppaftur seinnapartin, tá samráðingarleiðararnir fyri strandarlondini hittast til fundar í Clonakilty í Írlandi. Á seinasta samráðingarfundi vórðu øll tey vanligu punktini á dagsskránni viðgjørd uttan tey bæði, sum eru at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2014, og at býta makrelin millum strandarlondini.

Samráðingarnar næstu dagarnar fara at fevna um hesi bæði punktini.

Væl mannað nevnd

Føroyska samráðingartoymið, Sendistovan í London, Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag manna føroysku sendinevndina.

Á seinasta fundi, sum var í London í síðsta mánaði, vórðu tveir dagar settir av. Hesaferð er ein vika sett av til samráðingarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848