Fuglafrøðifelagið mælir frá at skjóta grágás

Fuglafrøðifelagið mælir frá at skjóta grágás
Felagið heldur, at tað eru aðrir møguleikar at styggja grágás enn at skjóta
 
06.11.2013 - 09:09

Føroya Fuglafrøðifelag mælir staðiliga frá, at loyvi verður givið til at skjóta grágás. Tað sigur felagið í einum hoyringarsvari til Fiskimálaráðnum, ið er myndugleiki á økijum. Sambært fuglafrøðifelagnum eru enn eingi vísindalig prógv fyri, at grágásin elvir til týðandi fíggjarligan miss hjá bøndrum.

Út um mark

- Tað er út um alt mark, at almennu Føroyar ætla at geva loyvi at avmarka ein fuglastovn uttan at vitam hvussu stórur stovnurin er, og uttan at kenna til ferðing og annað hjá hesum fuglastovni.

Aðrastaðni, har loyvi verða givin at avmarka grágásastovnar, eru regluligar teljingar ein týðandi partur av loyvisgrundarlagnum, sigur felagið í sínum hoyringarsvari, og ger vart við, at tað eru nógvir aðrir møguleikar at styggja grágás enn at skjóta.

Búnaðarstovan hevur heitt á landsstýrið um at loyva veiðu av grágás aftur í Føroyum á veltum lendi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740