Barlastvatn: Kunngerðin bíðar eftir IMO-sáttmála

Barlastvatn: Kunngerðin bíðar eftir IMO-sáttmála
Sáttmálin kemur í gildi 12 mánaðir eftir at lond, sum umboða 35 prosent av heimsins bruttotonsatali, hava góðtikið og undirskrivað sáttmálan
 
06.11.2013 - 08:07

Aðalreglan er at bíða við føroyskum kunngerðum, til altjóða sáttmálar eru komnir í gildi. Og bíðað verður framvegis eftir IMO-sáttmálanum um barlastvatn. Tí er eingin føroysk kunngerð komin enn, hóast lógarheimildin at gera kunngerðina kom í vár. IMO, Altjóða sjóvinnustovnurin, samtykti í 2004 sáttmálan um barlastvatn.

Bíða eftir fimm prosentum

Sáttmálin kemur í gildi 12 mánaðir eftir at lond, sum umboða 35 prosent av heimsins bruttotonsatali, hava góðtikið og undirskrivað sáttmálan. Men londini, sum higartil hava góðkent sáttmálan, hava bara skip, sum eru 30,38 prosent av heimsins bruttotonsatali. Tí skulu knappliga fimm prosent afturat, áðrenn sáttmálin kann setast í gildi.

Fiskimálaráðið hevur fingið umhvørvismálini úr Innlendismálaráðnum. Anni á Hædd, løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum, sigur, at í Føroyum er aðalreglan ikki at gera føroyskar kunngerðir, fyrr enn altjóða sáttmálar eru komnir í gildi. Tí annars vera aðrar reglur galdandi fyri føroysk skip enn fyri útlendsk skip.

12 fjórðingar

Landsstýrið kann ikki gera kunngerðir um skip undir øðrum flaggi enn føroyskum. Í IMO-sáttmálanum er markið fyri at skifta barlastvatn antin 50 ella 200 fjórðingar. Ein føroysk kunngerð hevði havt 12 fjórðingar sum mark, tí longri út røkkur landsstýrið ikki við sínum kunngerðum. Tí hevði ein føroysk kunngerð havt aðrar treytir enn IMO-sáttmálin. Barlastvatn kann flyta fiskasjúkur millum lond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740