- Tíðindi, mentan og ítróttur
TAKS flytur í gamla Sjónvarpið
TAKS flytur í gamla Sjónvarpið
Blámusoppur er í hølunum á Smyrilsvegi, og umvælingin fer at taka tríggjar mánaðir
18.10.2013 - 08:06
TAKS flytur av Hálsi í Havn oman í M.A. Winthers gøtu 2, har sum Sjónvarpið var til í summar. Orsøkin til flytingina er, at hølini hjá høvuðsdeildini á Smyrilsvegi skulu umvælast.
Umvælingin er mett at vera liðug um tríggjar mánaðir. Blámusoppur er í hølunum á Smyrilsvegi. Roynt varð fyrst at beina fyri soppinum, men nú hevur TAKS so avgjørt at flyta, meðan umvælt verður á Hálsi. 45 fólk arbeiða á høvuðsdeildini hjá TAKS.
Starvsmannafelagið keypti í vár bygningin hjá Sjónvarpinum hjá Kringvarpinum frá landinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV