- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pedagogar kæra ikki dóm um eina stovnsleiðslu
Føroya Pedagogfelag fer ikki at kæra dómin, sum Føroya Rættur segði herfyri millum felagið og Vágs kommunu.
Samstundis sum Vágs Kommuna varð dømd at rinda 75.000 krónur til tríggjar leiðandi pedagogar, tí kommunan hevði ikki hildið neyðugan fyrisitingarsið í sambandi við uppsøgn, so fekk Vágs kommuna viðhald í, at hon hevði rætt til at siga leiðararnar á tveimum stovnum úr starvi, í staðin at leggja báðar stovnarnar undir ein leiðara.
Forkvinnan í Pedagogfelagnum, Maud Wang Hansen, var als ikki fegin um hendan part av dóminum. Grein 8 í dagstovnalógini sigur: "Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við námsfrøðiligari útbúgving."
Kunnu hava eina leiðslu
Men niðurstøðan hjá rættinum var, at henda orðing forðar ikki eini kommunu at hava fleiri stovnar undir somu leiðslu. Pedagogfelagið tekur ikki undir við hesi niðurstøðu:
- Vit ivast ikki í, at meiningin við grein 8 er, at tað skal vera ein leiðari fyri hvønn stovn, og vit ætla framhaldandi at arbeiða og ráðgeva út frá hesum, sigur Maud Wang Hansen
Síðan málið varð reist, eru barnagarðurin og frítíðarskúlin í Vági lagdir í sama stovn, og hetta er orsøkin til, at pedagogfelagið hevur avgjørt ikki at kæra dómin, sigur Maud Wang Hansen.