- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilfeingisgjaldið tað sama næsta ár
Fyribils verður tilfeingisgjaldið á makreli og sild næsta ár tað sama sum í ár.
Gjaldið skal geva landskassanum 107 mió. kr. Gjaldið er fyribils, tí enn er ikki greitt, hvørjar kvotur verða næsta ár.
Minka kvoturnar av makreli og sild verður tilfeingisgjaldið hækkað, so inntøkan kortini verður 107 mió. kr.
Fyritøkur í fiskivinnuni og alivinnuni, sum hava eina millión ella meira í skattskyldugari inntøku, fáa eina rættiliga skattahækking næsta ár.
Frá 2011 hevur ein skattur upp á 2,5 prosent verið lagdur á tað, sum verður kallað eyka stórur vinningur í fiskivinnuni og alivinnuni.
Hesin tilfeingis- og loyvisskattur verður hækkaður upp í sjey prosent næsta ár, sambært uppskoti frá Fíggjarmálaráðnum.
Skatturin verður mettur at geva 63 milliónir næsta ár, 45,5 frá alivinnuni og 17,5 frá fiskivinnuni.
Hækkingin úr hálvum triðja prosenti upp í sjey prosent skal geva landskassanum 40 milliónir næsta ár.