- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið minkar
Arbeiðsloysið minkar
4,4 prosent eru nú arbeiðsleys, eitt prosentstig færri enn fyri einum ári síðani
26.09.2013 - 10:22
Síðani í august í fjør er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkað úr 5,4 niður í 4,4 prosent.
Arbeiðsloysið er støðugt minkað seinasta árið. Í august í fjør vóru vóru 1.464 fólk uttan arbeiði, í august í ár vóru tey 1.185.
Fyri einum ári síðani vóru 651 mans og 811 kvinnur uttan arbeiði.
Nú er býtið millum kynini, at 501 maður og 662 kvinnur eru uttan arbeiði, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV