- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý uppskot um tunnil á veg í tingið
Uppskotið um almenna partafelagið Føroyatunlar, sum løgtinsgfólkini Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen hava gjørt, er farið á Løgtingsskrivstovuna.
250 mió. kr. frá landinum
Sambært uppskotinum skal eitt alment partafelag gera og eiga Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Sambært uppskotinum skal partafelagið, tá tað verður stovnað í ár, hava tíggju milliónir krónur í partapeningi. Og sambært lógaruppskotinum skal landið seta 250 mió. kr. afturat í felagið yvir átta ár.
Skálafjarðartunnilin skal gerast fyrst og síðani Sandoyartunnilin.
Framsókn við einum uppskoti
Framsókn hevur eitt uppskot um almenna partafelagið Eysturoyartunnilin, sum skal hava slakar 200 mió. kr. í partapeningi yvir sjey ár.
Sambært uppskotinum hjá Framsókn eru Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin ikki knýttir saman.
Eysturoyartunnilin skal gerast, fíggjast og rekast sum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin, sigur Framsókn.
Og so er tað uppskotið hjá landsstýrismanninum í innlendismálum um privata Eystruoyartunnilin.