Lennon-drápsmaður biður um at sleppa úr fongsli

Lennon-drápsmaður biður um at sleppa úr fongsli
Mark Chapman hevur annaðhvørt ár síðani 2000 biðið um at verða royndarleyslatin
Mark Chapman skeyt John Lennon í New York 8. desember 1980. Hetta er sjeynda ferðin, at hann biður um at verða royndarleyslatin

20.08.2012 - 10:47

Mark Chapman, sum drap fyrrverandi beatles-leikaran, John Lennon, roynir nú fyri sjeyndu ferð at fáa grið, siga keldur í New York State-fongslinum.

Ein talskvinna fyri fongslið sigur, at umbønin frá John Lennon kemur til viðgerðar í eini hoyring, sum byrjar í morgin, og sum fer at vara tveir ella tríggjar dagar. Hon væntar, at støða verður tikin til umbønina seinni í vikuni.

57 ára gamli Chapman varð í 1981 dømdur millum 20 ár og fongsul fyri lívið fyri at hava skotið John Lennon 8. desember í 1980.

John Lennon og kona hansara, Yoko Ono, vóru á veg til hús, tá Lennon varð myrdur nærindis Central Park í New York.

Yoko Ono hevur áður sagt, at Chapman er framvegis ein hóttan móti henni og báðum synunum. Chapman hevur annaðhvørt ár síðani 2000 biðið um at verða royndarleyslatin, men hvørja ferð er umbønin sýtt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017