- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðmenn spyrja um sildina
Norðmenn spyrja um sildina
Norska reiðarafelagið skilir ikki, at eitt grønlendskt uppsjóvarskip slapp at landa sild í Noregi, sum er fiskað í føroyskum sjógvi
27.09.2013 - 09:39
Norska reiðarafelagið undrast stórliga á, at grønlendska nótaskipið Polar Amaroq slapp at landa sild, sum er fiskað í føroyskum sjógvi, í Norra.
Tí Norra hevur landingarforboð móti sild og makreli úr føroyskum sjógvi, so leingi strandarlondini ikki er samd um, hvussu tey bæði fiskasløgini skulu býtast millum londini.
Reiðarafelagið Fiskebåt hevur spurt norska Fiskimálaráðið, hvussu tað ber til, at 750 tons av norðhavssild úr føroyskum sjógvi eru landað í Norra.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV