- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland: Aðalstjóri skuldsettur fyri fíggjarsvik
Eftir bert tveir dagar í starvinum sum aðalstjóri fyri fíggjar- og innanríkismál í Grønlandi, hevur Carsten Frank Hansen sagt seg úr starvi. Hetta hendir eftir at tað er komið fram, at Carsten Frank Hansen er skuldsettur fyri fíggjarsvik í Danmark. Tað skrivar blaðið Sermitziaq.
Carsten Frank Hansen umber, at hann ikki hevur upplýst um hesi viðurskifti í sambandi við setanina. Hann hevur eingi ynski um at seta grønlendska landsstýrið í eina trupla støðu, og avgjørdi tí sjálvur at siga upp.
Mandatsvik
Berlingske veit at siga, at Carsten Frank Hansen er skuldsettur fyri mandatsvik í sínum starvi sum leiðari fyri eini deild hjá Andelskassen Fyn fyri 16 mánaðum síðani. Leiðarin í deildini fyri fíggjarbrotsverk hjá politinum í Odense sigur við Berlingske, at maðurin er skuldsettur fyri mandatsvik, men at kanningarnar ikki eru lidnar enn.
Hann upplysir tó, at bankin framvegis hevur eitt krav upp á 335.000 krónur mótvegis Carsten Frank Hansen. Carsten Frank Hansen var deildarstjóri í Andelskassen Fyn, frá 2006 til juni í fjør, tá hann varð burturvístur. Síðani fekk hann starv sum stjóri fyri eini reklamufyritøku, Greentop Grenland ApS í Nuuk. Eisini har varð hann burturvístur, skrivar Berlingske.
Neyðug avgerð
Og fyri stuttum varð hann so settur aðalstjóri fyri ráðnum, ið umsitur fíggjarkervið hjá grønlendska heimastýrinum. Ovasti embætismaðurin í Grønlandi, Svend Hardenberg, sigur við Sermitsiaq, at hann er nøgdur við, at Carsten Frank Hansen, sjálvur hevur tikið hesa "neyðuga avgerð".