SEV missir rættin til vøtnini

SEV missir rættin til vøtnini
50 ára gamla kunngerðin fer úr gildi fyrst í oktober, men hon verður ikki longd
Loyvið til vøtnini, sum SEV fekk 5.oktober í 1963, er galdandi til 5.oktober í ár
 
10.09.2013 - 11:05

Tann 5.oktober eru hálvt hundrað ár liðin, síðani landsstýrið gav SEV loyvi at brúka vøtn og áir í Streymoynni, Eysturoynni, Vágum og Suðuroynni til vatnorku. Hvussu verður eftir tann dagin er ikki greitt enn. Jarðfeingi og SEV eru farin undir at fáa greiðu á tí.

Loyvið, sum SEV fekk 5.oktober í 1963, er galdandi til 5.oktober í ár.

Kunngerðin ikki longd

Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, sigur, at ætlanin er ikki at leingja kunngerðina frá 1963. Men hvat kemur í staðin fyri hana, er ikki avgjørt enn. Onnur enn SEV kunnu søkja Jarðfeingi um loyvi til at brúka áir og vøtn til at gera streym.

Men eingin hevur biðið um slíkt loyvi. Sambært elveitingarlógini frá 2009 hava øll vatnorkuverkini hjá SEV nú 20 ára loyvi. Og SEV sleppur at gera vatnorkuútbyggingar, sum eru byrjaðar, lidnar, uttan at tær skulu bjóðast út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653