Fíggjarligt støðufesti stevnir eftir sjey mia

bannari
Fíggjarligt støðufesti stevnir eftir sjey mia
Talan er um 120 rættarmál móti fólki í sjey peningastovnum. Teirra millum eru Eik Bank Danmark og Eik Banki Føroya
Fyrsta sakarmálið, sum Fíggjarligt støðufesti hevur reist, verður væntandi viðgjørt í heyst
 
04.09.2013 - 10:22

Fíggjarligt støðufesti hevur stevningar og trætur, sum bíða eftir at verða avgjørdar, fyri okkurt um sjey milliardir krónur. Fíggjarligt støðufesti vil hava endurgjald frá leiðslunum í pengingastovnum, sum kollsigldu og Fíggjarligt støðufesti noyddist at yvirtaka.

Talan er um 120 rættarmál móti fólki í sjey peningastovnum. Teirra millum eru Eik Bank Danmark og Eik Banki Føroya.

Í hálvársroknskapi sínum sigur Fíggjarligt støðufesti, at fær stovnurin viðhald í rættinum, kann missurin gerast minni hjá teimum kreditorunum, sum ikki hava framíhjárætt til pengar, sum trotabúgvini eftir peningastovnarnar fáa inn.

Stevningarnar skrivaðar

Stevningarnar hjá Fíggjarligum støðufesti eru skrivaðar, eftir at ein advokatkanning hevur staðfest, at alt ruggaði ikki rætt í peningastovnunum. Fíggjarligt støðufesti byrjar bara eitt mál, um bestu líkindi eru til, at tað fer at eydnast at vinna málið, stendur í hálvársroknskapinum.

Fíggjarligt støðufesti hevur sett av 1,2 mia. kr. til rættarmálini. Tríggir bankar eru yvirtiknir uttan at grundarlag er fyri at krevja endurgjald frá leiðslunum, sum vóru har. Teir eru Fionia Bank, Max Bank og Fjordbank Mors.

Í løtuni verður ein advokatkanning gjørd um Sparekassen Østjylland. Higartil hevur Fíggjarligt støðufesti brúkt 58 mió. kr. til advokatkanningar, og 90 mió. kr. eru higartil brúktar til advokatar, sum hava málini fyri stovnin.

Fyrsta sakarmálið í heyst

Fíggjarligt støðufesti heldur, at tað hevur samfelagsligan áhuga at fáa greiði á, um fyrrverandi leiðslurnar í kollsigldu peningastovunum hava endurgjaldsskyldu. Væntandi verður fyrsta sakarmálið viðgjørt í heyst.

Fíggjarligt støðufesti eigur framvegis 30 prosent í nýggja Eik Banka, men TF Holding, sum eigur hini 70 prosentini, hevur forkeypsrætt til tey partabrøvini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109