Føroyar í Kasakstan uttan málverjan

Føroyar í Kasakstan uttan málverjan
Tað er ivasamt, um føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, verður við í dystinum móti Kasakstan fríggjadagin. Í juni var eitt norskt felag úti fyri tí sama í samband við Evropa cup dyst
Gunnar Nielsen er í Keypmannahavn, hann bíðar eftir visum til Kasakstan
 
03.09.2013 - 18:29

Gunnar Nielsen var ikki við í flogfarinum við føroyska landsliðnum, sum í kvøld fór úr Kastrup við kós móti Kasakstan. Orsøkin er, at hann hevur ikki fingið visum.

Passini hjá øllum leikarunum blivu fyrr í mánaðinum send til Kasakstan, so at leikararnir kundu fáa visum. Passini komu aftur í síðstu viku, men passið hjá Gunnari kom ikki aftur til Motherwell, har hann dagliga umboðar sítt felag.

in.fo skrivar, at Gunnar Nielsen hevur fingið fyribils pass, og at FSF nú roynir at fáa visum til tað passið. Um Gunnar Nielsen ikki sleppur til Kasakstan, verður tað NSÍ-málverjin, Kristian Joensen, sum skal verja føroyska málið.

Norska felagið, Hødd, hevði líknandi trupulleikar í juni, tá felagi skuldi spæla evropa cup dyst móti FC Aktobe í Kasakstan. Stutt áðrenn norska ferðaliðið skuldi avstað, fekk Hødd at vita, at báðir miðverjarnir, Sivert Heltne Nilsen og Akeem Latifu, ikki fingu visum, og har við ikki slupp inn í landið.

Hødd vann fyrra dystin á heimavølli 1-0, men í Kasakstan, har spælt var uttan regluligu miðverjarnar, tapti Hødd 0-2 fyri FC Aktobe. Norska felagið segði undan dystinum, at teir vóru sannførdir um, at myndugleikarnir í Kasakstan høvdu tætt samstarv við fótbóltsfeløgini í landinum, og at tað var tí, at teirra leikarar ikki fingu visum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 29. mars
Morgunlestur leygardagur 29.mars 2025
189736
Fríggjadag 28. mars
Alison Krauss sending
189950
Fríggjadag 28. mars
Alison Krauss um Arcadia
189859
Fríggjadag 28. mars
Vikuskiftið 28 mars 2025
189968
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948
Fríggjadag 28. mars
Veðrið
189965
Fríggjadag 28. mars
Brotið - teknmálstulkað
189963
Fríggjadag 28. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189947
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898