- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES vil yvirtaka føroyska loftrúmið
ES er í ferð við at endurskoða loftrúmið yvir Evropa, tí flogferðslan er vorðin so nógv og tí er vorðið trongligt í luftini.
ES hevur skrivað í fyriskipanina um loftrúmið, at hon er eisini galdandi fyri norðuratlantshavið, so sum Føroyar og Grønland.
Men sambært grønlendska Kringvarpinum, KNR, hevur Danmark boðað ES-nevndini frá, at tað góðtekur danska stjórnin ikki, tí Føroyar og Grønland eru ikki í ES, sigur Keld Ludvigsen, varastjóri í Trafikstyrelsen, við KNR.
Í Føroyum hevur í nógv ár verið tosað um at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum.
Løgtingið samtykti í fjør vár, at landsstýrið skal útgreina og kanna møguleikarnar fyri at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum til føroyska umsiting, og síðani taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um yvirtøku og leggja lógaruppskot fyri løgtingið um at skipa føroyskt loftrúmseftirlit.
Ein føroyskur-danskur arbeiðsbólkur varð settur at kanna, um hetta ber til. Hann er ikki liðugur enn.