Eysturoyartunnilin rindar ikki skatt í Føroyum

Eysturoyartunnilin rindar ikki skatt í Føroyum
Íleggjarar úr Norðurlondum rinda ikki vinningsbýtisskatt í Føroyum sambært norðurlendsku dupultskattaavtaluni, um íleggjarin eigur meira enn tíggju prosent í partafelagnum
Skatturin av vinningsbýtinum hjá felagnum, sum eigur Eysturoyartunnilin, fer í danska statskassan.
Mynd: Savsmynd.  
 
12.08.2013 - 07:08

Landskassin missir eina týðandi skattainntøku, tí felagið, sum skal gera Eysturoyartunnilin, skal ikki rinda skatt av vinningsbýtinum í Føroyum.

Íleggjarar úr Norðurlondum rinda ikki vinningsbýtisskatt í Føroyum sambært norðurlendsku dupultskattaavtaluni, um íleggjarin eigur meira enn tíggju prosent í partafelagnum. Sannlíkt er, sigur Fíggjarmálaráðið, at høvuðsparturin av felagnum er danskur.

Skatturin av vinningsbýtinum hjá felagnum, sum eigur Eysturoyartunnilin, fer tí í danska statskassan.

Upprit til løgmann

Tað sigur Fíggjarmálaráðið í uppriti til løgmann. Uppritið er dagsfest 21.juni, eina viku, áðrenn Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, ætlaði at skriva undir avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin.

Avtalan verður duld sum mansmorð, men Fíggjarmálaráðið er tó sloppið at síggja hana. Tí í uppritinum sigur ráðið, at uppskotið um avtalu minkar munandi um roknaðu samfelagsnyttuna av Eysturoyartunlinum.

Landsstýrið eigur at tryggja sær ein hámarksprís fyri at koyra í tunlinum, sigur Fíggjarmálaráðið. Landsstýrið eigur eisini at tryggja sær eina óhefta grannskoðan, so landsstýrið fær innlit í, hvussu privata felagið roknar avkast, byggikostnað og íløgur.

Eftirkanna ætlanina

Óheft og sakkøn fólk eigi eisini at sleppa at eftirkanna og grannskoðan forverkætlanina, sum privata felagið kemur við. Og landsstýrið eigur at tryggja sær, at tað kann sleppa burtur úr aftur avtaluni við Copenhagen Infrastructure Partners, tá tað hevur fingið forverkætlanina.

Fíggjarmálaráðið gevur ikki fult innlit í uppritið til løgmann. Fíggarmálaráðið hevur strikað upplýsingar, sum beinleiðis vísa til ella endurgeva trúnaðarupplýsingar í avtaluni millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jólakonsert úr SALT (2:2)
149967
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185569
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547