Eldur í bygningi við Marknagilsvegin

Eldur í bygningi við Marknagilsvegin
Í løtuni arbeiðir sløkkiliðið við at sløkkja eldin, sum varð fráboðaður kl. 18.52 í kvøld. Tað var so skjótt, at bygningurin var sum eitt eldhav
Mynd tikin Undir Kongavarða klokkan 19.10 í kvøld (við fartelefon).
 
11.08.2013 - 19:39

Tá vit tosaðu við vakthavandi á Politistøðini fyri løtu síðan, var enn ógreitt, hví eldur kom í. Eftir hvat løgreglan hevur fingið upplýst, var ongin staddur í bygninginum, tá eldurin kyknaði.

Bygningurin, sum eldur er í, hevur verið nýttur til mangt og hvat gjøgnum árini. Hann hevur millum annað verið nýttur sum bil- og lakkeringsverkstaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jólakonsert úr SALT (2:2)
149967
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185569
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547