- Tíðindi, mentan og ítróttur
Birna Mørkøre heldur fram sum landsdjóralækni
Birna Mørkøre heldur fram sum landsdjóralækni
Birna Mørkøre, sum hevur røkt landssdjóraembætið seinastu fimm árini, er sett í fimm ár aftrat

Birna Mørkøre er sett sum landsdjóralækni í fimm ár aftrat.
Mynd: kvf
25.07.2013 - 11:09
Birna Mørkøre gjørdist landsdjóralækni í 2008. Nú fimm ár eru liðin, var starvið, sum er áramálssett, lýst leyst av nýggjum. Fýra umsøkjarar vóru.
Sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni, har sum landsdjóralæknin arbeiðir, fekk Birna Mørkøre bjóðað starvið og hon tók av tilboðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV