Landsstýrið fyrireikar svar til ES í sildatrætuni

Landsstýrið fyrireikar svar til ES í sildatrætuni
Tað er komið óvart á Uttanríkistænastuna, at ES nú hevur boðað frá, at limalondini hava fingið uppskot um handlsforðingar móti Føroyum
Uttanríkistænastan í Tinganesi sigur, at ein møguleiki er at stevna ES inn fyri altjóða gerðarrætt, og løgmaður hevur fingið sjey milliónir krónur frá Fíggjarnevndini til tað, men stevningin er ikki send avstað.
Mynd: Savnsmynd  
 
20.07.2013 - 21:45

Landsstýrið hevur ikki enn avgjørt, hvussu tað skal svara boðunum, sum komu úr Brússel seinnapartin í gjár um handilsforðingar móti Føroyum.

Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, sigur, at endalig avgerð er ikki tikin. Men arbeitt verður við ymsum møguleikum. Ein møguleiki er at stevna ES inn fyri altjóða gerðarrætt, og løgmaður hevur fingið sjey milliónir krónur frá Fíggjarnevndini til tað, men stevningin er ikki send avstað.

Vilja ikki samráðast

Samráðingarmøguleikin ber neyvan til, hóast bæði ES og Føroyar eru til reiðar at fara til samráðingarborðið í London, tí hini strandarlondini vilja ikki. Russland, sum hevur formansskapin í ár, sigur kortanei at samráðast aftur um 2013. Ísland hevur formansskapin næsta ár, og samráðingarnar um norðhavssildabýtið í 2014 verða nógv fyrr enn vanligt, tað verður longu fyrst í september. 

Kemur óvart á

Tað kom óvart á føroysku Uttanríkistænastuna, at ES í gjár boðaði frá, at limalondini hava fingið uppskotið um handilsforðingar móti Føroyum, dagin eftir at Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, skrivaði til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, at ES vil samráðast um sildabýtið. Handilsforðingarnar kunnu koma í gildi longu 8.august, tí tær verða møguliga samtyktar 31.juli og kunngjørdar 1.august.

Danmark noyðist at vera við

Danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, sum eisini umsitur fiskivinnuna, kunngjørdi seinnapartin í gjár, at uppskotið um handilsforðingar er sent teimum 28 londunum í ES. Verða forðingarnar hjá ES settar í verk, sleppa Føroyar ikki at selja sild og makrel á ES-marknaðinum. Og ES-londini sleppa ikki at selja Føroyum skip ella útgerð til skip.

Samtykkir ES at revsa Føroyar fyri sildina og møguliga eisini fyri makrelin seinni, noyðist Danmark sum ES-land at vera við í boykottinum móti Føroyum. Annars brýtur Danmark ES-lóggávuna. Og tá vænta politikarar og eygleiðarar, at nógv fer at standa á ríkisfelagsskapinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. desember
Brotið
185554
Mikudag 25. desember
Andaktin
185552
Mikudag 25. desember
Gudstænasta úr Havnar kirkju
185555
Mikudag 25. desember
Jól í Narnia
185540
Mikudag 25. desember
Jólakonsert úr SALT 1:2
185539