- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pál Joensen gull í 800 metur frí
Pál Joensen gull í 800 metur frí
Pál Joensen smurdi alt av í 800 m frí finaluni á donsku meistarastevnuni í Danmark
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/46a4ab1e666e76147df7eff4bdc9dbf5.png?itok=_vfCBhzc)
Pál Joensen vann í kvøld eitt gullheiðursmerki afturat á donsku meistarastevnuni
03.07.2013 - 19:19

Pál Joensen kom fyrstur á mál í 800 m frí finaluni við tíðini 3.54.17. Hann var meira enn fimm sekund framman fyri nummar tvey.

Sostatt hava teir báðir føroysku svimjararnir, Pál Joensen og Magnus Jákupsson, veruliga gjørt um seg higartil. Teir eiga nú tvey Danmarkarmeistaraheitir í part í hesi kappingini.

Fyrr í vikuni vann Pál gull í 400 metur frí, og Magnus Jákupsson vann gull í 50 metur rygg.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV