Íslendingar dripið heimsins elsta djór

Íslendingar dripið heimsins elsta djór
Talan er um eina 507 ára gamla kúskel, sum íslendska havrannsóknarskipið Bjarni Sæmundsson hevur fingið undir Íslandi
Elsta djór í heimunum varð funnin undir Íslandi, ein 507 ára gomul kúskel
 
31.01.2013 - 12:54

Tað var íslendska havrannsóknarskipið Bjarni Sæmundsson, sum í 2007, á 83 metra dýpi, fekk eina 11 sentimetrar breiða kúskel í trolið. Kúskelin varð seinni send til Bretlands, har granskarar skuldu staðfesta, hvussu gomul hon var. 

Og nú hava bretskir serfrøðingar staðfest, at kúskelin var 507 ára gomul, tá ið hon varð fiskað, og harvið er kúskelin elsta djórið í heiminum, sum menn vita um. 

Vakt stóran ans

Hetta hevur vakt stóran ans millum ellisgranskarar í Onglandi og Týsklandi. Hesir granska, hví livandi verur eldast. Hvussu kann ein kúskel gerast so gomul? Kann kú-skelin vísa okkum vegin til The Elixir of Life, Lívsins Heilsudrykk, sum kann geva menniskjanum ævigt lív, ella møguliga økja um lívstíðina hjá menniskjanum? 

Hetta eru spurningar, sum ellisgranskarar vóna, at kú-kelin kann svara.

- Vit fara at granska, hvussu kúskelin kann gerast so gomul - men eg vænti ikki at vit finna svarið upp á ævigt lív, sigur íslendski granskarin, Haraldur Sigurðsson. 

Kanska er svarið einfalt. Um ein ynskir ævigt lív, so skal ein búgva niðri á tí kalda havbotninum, vardir av eini skel, heldur hann skemtandi fyri. Talan er um eina kúskel av slagnum Arctica islandica, sum er rættliga vanlig undir Íslandi.

Kelda: www.mbl.is

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017