- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grunnarnir vilja ikki gjalda í landskassan

Boðskapurin var greiður, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fram fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár.

Leisturin hjá landsstýrismanninum skal, sambært fíggjarlógaruppskotinum, fáa Húsalánsgrunnin, Búnaðargrunning og Føroya Realkredittstovn (Realin) at spýta 16,5 milliónir krónur í føroyska landshúsarhaldið næsta ár.

Men grunnarnir siga kortanei.

Húsalánsgrunnurin vísir á, at skal grunnurin gjalda partafelagsskatt og vinningsbýtið til eigaran, sum er landsstýrið - so merkir tað, at "minni verður til taks til tað bústaðarpolitiska virksemið, ið grunnurin ætlar sær undir."

Bøndurnir rinda

Búnaðargrunnurin vísir á, at í teirra føri verða tað bøndurnir, sum fara at gjalda meirútreiðsluna, um so er, at grunnurin skal rinda skatt og vinningsbýti. Tað merkir, sambært hoyringarsvarinum, at rentan á lánum úr Búnaðargrunninum til bøndurnar hækkar, og "hetta vil aftur føra við sær, at fleiri av verandi bóndum gevast, og so verður vandi fyri, at øll føroysk framleiðsla fer fyri bakka."

Realurin setur í sínum hoyringarsvari spurnatekin við sjálva heimildina hjá landsstýrinum at krevja grunnin eftir vinningsbýti. Í øðrum lagi heldur Realurin, at tað sum minsta mark má verða leiðslan fyri Realin, ið ger av, hvussu stórt eitt vinningsbýti til landskassan skal vera. Henda meting má til eina og hvørja tíð gerast við støði í, hvørjar ábyrgdir Realurin hevur átikið sær.

Rentan hækkar

Víðari sigur grunnurin, at "Vandi er fyri, at støðan hjá Realinum kann vikna, nú tað almenna ætlar sær ein part av vinninginum. Rentan kemur óivað at hækka, og truplari verður helst at fáa neyðugan kapital til rímiliga rentu, sum aftur kann lánast út til skipaflotan til rímiliga rentu."

Realurin vísir á, at grunnurin í fjør gav út lánsbrøv fyri 200 milliónir krónur, og í tí sambandi varð eitt prospekt gjørt, ið lýsti støðuna hjá grunninum.

- Um landið nú skal hava yvirskotsbýti, fer hetta at skapa álvarsligan iva um støðuna hjá Realinum sum lántakara, sum kann hava so álvarsliga avleiðingar fyri stovnin, at vandi kann vera fyri, at lánigevarar siga upplánini, ið teir hava veitt Realinum, sigur Føroya Realkredittstovnur í sínum hoyringarsvari.

Lógaruppskotini, ið geva landsstýrinum heimild at krevja inn skatt og vinningsbýti frá almennu grunnunum, hava verið til 1.viðgerð í løgtinginum og liggja nú í fíggjarnevndini.