- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kjak í sjónvarpinum um fíggjarlógina

Fíggjarlógin 2013 er høvuðsevnið í kjakinum, sum verður eftir tíðindini í Degi og Viku í sjónvarpinum í kvøld.

Umboð fyri allar flokkar vera við. Johan Dahl umboðar Sambandsflokkin, Jørgen Niclasen Fólkaflokkin, Aksel V. Johannesen Javnaðarflokkin, Høgni Hoydal Tjóðveldi, og Jenis av Rana umboðar Miðflokkin.

Framsókn hevur givið avboð, og í løtuni er ikki greitt, hvør fer at umboða Sjálvstýrisflokkin í sendingini.

Kjakið verður sent beinleiðis eftir tíðindapartin í Degi og Viku og varir 45-50 minuttir. Katrin Petersen og Bogi Godtfred vera vertir.