- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blokkurin ikki viðgjørdur á ríkisfundinum

Undan ríkisfundinum í Grønlandi ljóðaði, at løgmaður og forsætisráðharrin skuldu umrøða ríkisveitingina til Føroya næsta ár. Tað fekk Miðflokkin at gera vart við seg. Men ríkisveitingin varð als ikki viðgjørd, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Samráðingar í heyst

Løgmaður sigur, at samráðingar verða aftur í heyst um heildarveitingina, og tær verða millum føroyska og danska fíggjarmálaráðið. Í januar samdust landsstýrið og danska stjórnin um, at ríkisveitingin fyri 2012 skuldi hækka 8,6 milliónir kr., men henda avtalan er bara galdandi í ár.

Fyribils hevur danska fíggjarmálaráðið sett somu upphædd á fíggjarlógaruppskotið fyri 2013, men henda upphædd kann verða broytt eftir samráðingarnar um heildarveitingina, sum sambært løgmani verða í heyst.