- Tíðindi, mentan og ítróttur
158.000 arbeiðsleys í Danmark næsta ár

Arbeiðsloysið í Danmark minkar ikki so nógv, sum stjórnin væntar, skrivar Ritzau. Næsta ár vera 158.000 fólk arbeiðsleys, og tað eru 6.000 fleiri enn væntað, stendur at lesa í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram í dag.

Hallið á fíggjarlógini minkar úr 73,5 milliardum krónum í ár, niður í 36,5 milliardir næsta ár. Tað eru 1,9 prosent av bruttotjóðarúrtøku landsins. Sostatt lýkur Danmark kravið frá ES, um at hallið á fíggjarlógini í mesta lagi má vera trý prosent av BTÚ.

Vøksturin 1,7 prosent

Stjórnin væntar, at búskaparvøksturin næsta ár verður 1,7 prosent. Í ár er hann mettur til 0,9 prosent. Sostatt er Danmark millum tey londini í Evropa, har vøksturin er størstur.

Bústaðarprísirnir fara at hækka hálvt triðja prosent, og roknað verður við, at privata nýtslan veksur 2,3 prosent.

7.000 arbeiðspláss

Stjórnin skjýtur upp at nýta 6,5 milliardir krónur yvir tvey ár at umvæla universitetini. Hetta átakið verður mett at geva 7.000 fólkum arbeiði. Tiltøk verða eisini sett í verk til tess at útvega ungfólki útbúgving og arbeiði, og tey verða mett at kosta 645 milliónir kr.

Kongshúsið fær 400.000 krónur afturat, og tað merkir, at Margretha drotning og hús hennara fáa tilsamans 97 milliónir kr. á fíggjarlógini til sín rakstur.