- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki fleiri samráðingar um blokkin

Fleiri samráðingar vera ikki við donsku stjórnina um blokkin. Tann samráðingin hevur verið og verður ikki roynd aftur.

Formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, er avgjørdur í skrivi, hann hevur sent fjølmiðlunum.Jenis av Rana leggur afturat, at tað eru ikki bara hann og Miðflokkurin, sum siga hetta.

Hann sigur, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum komu aftur av samráðingarferð um heildarveitingina í Danmark sum av torvheiðum.

Taka úrslitið til eftirtektar

- Eftir heimkomuna høvdu vit fýra floksformenn í samgonguflokkunum fund um støðuna. Á fundinum var full semja um at taka úrslitið til eftirtektar og ikki fara aftur til samráðingar, hvørki tá ella seinni, sigur Jenis av Rana.

Tá Kaj Leo Holm Johannesen og Jørgen Niclasen vóru í Keypmannahavn í januar fyri at fáa blokkin prístalsviðgjørdan, hækkaði hann 8,6 mió. kr. í ár. Eingin avtala er millum landsstýrið og stjórnina um heildarveitingina næsta ár ella onnur ár.

Løgmaður hevur sagt, at hann hevur ikki slept ætlanini um at fáa blokkin hækkaðan 150 til 200 mió. kr.