- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna um ov nógv er tikið frá føroyingum

Danski skattamálaráðharrin, Thor Møger Pedersen, fer at kanna, um danska skattavaldið hevur tikið ov nógv frá føroyingum árini 1998 til 2011.

Týsdagin segði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, við Útvarpið, at hann var komin eftir, at føroyingar, sum búðu í Føroyum, men arbeiddu í Danmark ella leigaðu út fasta ogn í Danmark, vórðu kravdir eftir arbeiðsmarknaðargjaldi, AM-bidrag, sum var átta prosent av lønini fyri skatt.

Sjúrður Skaale fekk grannskoðaravirkið Spekt at kanna málið saman við sær. Og í gjár legði hann úrslitið fyri danska skattamálaráðharran, sum lovaði at kanna málið.Lógin um AM-gjaldið, sum fór úr gildi 1.januar í 2011, hevði eina serreglu um føroyingar.

Kunnu ikki gera avtalur

Orsøkin var, at Føroyar sum partur av kongaríkinum kunnu ikki gera millumtjóða avtalu við Danmark um frítøku fyri sosial gjøld. Tí var frítøkan fyri føroyingar í staðin fyri sett beinleiðis í lógina um AM-gjaldið.

Men kanska ber bara til at fáa pengarnar aftur fyri tvey ár, 2009 og 2010, tí hini 11 árini eru fallin fyri fyrningarfreistini.

Verður niðurstøðan tann, at danska skattavaldið hevur framt grundleggjandi mistøk, skal støða takast til, um málið er so prinsipielt, at endurgjald kortini skal latast fyri øll 13 árini, hóast fyrningarfreistin er farin.