Kenna ikki avleiðingar av at taða við súrløgu

Kenna ikki avleiðingar av at taða við súrløgu
Royndir, sum Búnaðarstovan hevur gjørt, vísa, at óblandað súrløga svíður grasið av, og tað tekur seks vikur, til vøksturin aftur er vanligur
Bøurin í Sundalagnum er gulur á liti eftir at verða taðaður við súrløgu.
Mynd: Marita Gulklett  
 
16.08.2012 - 17:12

Óvist er, hvørji árin á náttúruna taðing við súrløgu úr laksaslógvi hevur. Eingin stovnur tekur sær av at verja náttúruna í Føroyum.

 
Tað sigur Janus Hansen, leiðari á djóradeildini á Náttúrugripasavninum.
 
Stovnurin hevur heldur ikki kannað, hvørji árin eru av taðing, men Janus Hansen ivast ikki í, at broytingar henda.
 
Bøndur og virkið Salmon Proteins, sum sprænir tøðini út í Sundalagnum, frøast. Seks vikur eftir taðing er grasið grønt aftur, og virkið er sloppið av við burturkast, sum annars skuldi sendast av landinum fyri pengar.
 
Búnaðarstovan gjørt royndir
 
Búnaðarstovan hevur gjørt royndir at taða gamlan bø við súrløgu úr  laksaslógvi. Endamálið við royndunum var at kanna, hvussu nógv grasið verður sviðið av súrløguni, og at fylgja við, hvussu long tíð gongur, til grasvøksturin aftur er í lagi.
 
Hitaviðgjørd súrløga varð fingin til vega frá Salmon Proteins á Eiði og sprænd á bøin. Úrslitið vísti, at har óblandað súrløga varð sprænd á, varð at kalla alt grasið avsviðið. Men eftir stuttari tíð fór bøurin at koma fyri seg, og eftir seks vikum var hann grønur aftur.
 
- Búnaðarstovan kannaði ikki, hvørji árin á náttúruna taðingin annars hevði, sigur Rolvur Djurhuus, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni.
 
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.
 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035