115 kurdar myrdir

115 kurdar myrdir
Turkiski herurin hevur dripið í minsta lagi 115 kurdisk uppreistrarfólk í einari stórari atsókn seinastu tveir dagarnar
 
05.08.2012 - 23:48
Sambært turkiska innanríkismálaráðharranum, Idris Naim Sahin, vóru kurdarnir limir í kurdiska arbeiðaraflokkinum, PKK, ið stjórnin í Ankara metir hava samband við yvirgangsbólkar. 
 
Kurdisku uppreistarfólkini berjast fyri frælsi og sjálvstýri í eystara parti av Turkalandi og hava í fleiri ár barst móti turkiska herinum. 
 
Uppreistarfólkini hava í fleiri mánaðir lopið á herin har eysturi í landinum. PKK byrjaði sítt stríð fyri frælsi í 1984. Mett verður, at eini 45.000 fólk eru deyð í bardøgum hesi árini.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017