- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semja gjørd við festaran

Fiskimálaráðið og festarin í Koltri eru vorðin samd um endurgjaldið, sum festarin skal hava fyri íløgur, festarin gjørdi í Koltri.

Endurgjaldið er 700.000 kr.

Búnaðarstovan hevur ikki pengarnar, men fær teir úr Koltri. Endurgjaldið er við í eykajáttanarlógini, sum kom í tingið í gjár.

Síðani 2006 hevur Koltursætlanin fingið 200.000 kr. um árið úr landskassanum. Sambært sáttmála millum Búnaðarstovuna og smápartafelagið Koltur skulu pengar, sum ikki eru brúktir, latast landskassanum aftur. Talan er um júst 700.000 kr., sum so fara til endurgjaldið til seinasta festaran í Koltri.

Í 2009 varð avgjørt ikki at festa Koltur út aftur. Oyggin verður gjørd til tjóðgarð.

A. P. Møller grunnurin gav Koltursgrunninum fimm mió. kr. til at seta býlingin Heimi í Húsi í stand.

Fiskimálaráðið sigur, at stuðulin úr landskassanum í framtíðini fer beinleiðis til Koltursgrunnin í staðin fyri til smápartafelagið Koltur.