- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dagføring: Helgi mist á stokkinum

Helgi Dam Ziska
misti á stokkinum í sterku talvkappingini Copenhagen Chess Challenge.

Kravið at
tryggja sær ein sonevndan stórmeistaranorm var, at Helgi megnaði í minsta lagi
javnleik við svarta fólkinum í seinasta umfari í dag móti svenska
stórmeistaranum Hans Tikkanen, men tað eydnaðist ikki.

Fyri løtu síðani noyddist
Helgi - fyri fyrstu ferð í allari kappingini - at leggja kongin.

Talvið í dag
var drúgvt - og vardi í alt góðar seks tímar. Helgi endaði kortini á fyrsta
plássi í kappingini saman við øðrum, ið eisini fingu 6½ stig eftir átta
umfør.

Við í kappingini vóru í alt 66 telvarar - av teimum
seks stórmeistarar. Helgi hevur vunnið á trimum stórmeistarum í hesari
kappingini, og ger ivaleyst eitt lop fram á
altjóða styrkilistanum, men stórmeistaranormin rakk hann ikki hesaferð.

Talvsamband Føroya hevur annars júst sett landsliðið, ið skal umboða
Føroya á talvolympiaduni, sum verður í Istanbul í Turkalandi seinni í ár. Við
verða Helgi Dam Ziska, John Arni Nilssen, John Rødgård, Jóan Hendrik Andreasen
og Rógvi Egilstoft Nielsen. Á liðnum eru tríggir, ið hava heitið sum altjóða
meistari; Helgi Dam Ziska, John Arni Nilssen og John Rødgård - og tað verður
fyrsta ferðin, at Føroyar hava tríggjar altjóða meistarar á sínum liði á einari
talvolympiadu. Olympiadan verður um mánaðarskiftið
august/september.