- Tíðindi, mentan og ítróttur
TB vann á nýggjum vølli
Á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági megnaði TB at vinna á ÍF. Einasta málið í dystinum kom longu eftir fýra minuttir í sambandi við eitt hornaspark. Tað var verjuleikarin, Dimitri Jankovic, ið skeyt málið.

ÍF hevði bóltin meira, meðan TB dúvaði upp á mótálop. Bæði liðini høvdu nógvar stórar málmøguleikar, men hóast tað og stórt trýst frá ÍF í seinna hálvleiki, endaði dysturin 1-0 til tvørámenn.

Víkingur styrktu um sína støðu í oddinum við einum 4-0 sigri á FC Suðuroy. Víkingur stýrdi dystinum, hóast FC Suðuroy hevði onkran stóran málmøguleika eftir skjótálop í fyrra hálvleiki.

Øll málini fullu í seinna hálvleiki. Hanus Jacobsen, Sølvi Vatnhamar, Joseph Bassene og Hjartvard Hansen vóru málskjúttararnir. Víkingur er ósigrað, meðan FC Suðuroy enn ikki hevur fingið nakað mál í Effo-deildini.

EB/Streymur og HB fingu eitt stig hvør í einum undirhaldandi og væleiktum dysti við Margáir. HB legði seg á odda tvær ferðir eftir vælgjøgnumspæld álop. Símun Samuelsen og Andrew av Fløtum skutu málini.

Hjá EB/Streymi vóru tað Hans Pauli Samuelsen og Levi Hanssen, ið vóru málskjúttar. Bæði liðini kempaðu fyri sigrinum, og tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum, fekk heimaliðið brotsspark. Liðformaðurin, Egil á Bø, skeyt tó á stongina, og tískil endaði dysturin 2-2.

Toftamenn fóru av stað við øllum trimum stigunum, tá teir vóru á vitjan hjá B36. Fyrri hálvleikur var vánaligur, men Ndende fekk tó lagt B68 á odda við stútara, tá 25 minuttir vóru spældir.

Í seinna hálvleiki var spælið betri. Róaldur Jacobsen javnaði fyri B36 eftir 70 minuttir. Í seinastu minuttunum fekk B68 avgerðandi málið. Christian Høgni Jacobsen gjørdist púra leysur eftir eitt mistak í B36-verjuni, og so var mál. Toftamenn eru av álvara komnir fyri seg eftir eina torføra byrjan, meðan føroyameistararnir taptu fyri fyrstu ferð í ár.

Ein dystur var í gjár, har Kí vann 3-2 á NSÍ, eftir at runavíkingar høvdu verið á odda bæði 0-1 og 1-2.

Støðan í Effo-deildini:
Víkingur 16
HB 12
B36 10
ÍF 10
EB/Streymur 9
B68 9
KÍ 6
TB 5
NSÍ 4
FC Suðuroy 1
Kelda: faroesoccer.com

Komandi umfar:

Fríggjakvøldið 04.05:

NSÍ - Víkingur

Leygardagin 05.05:
HB - B36
FC Suðuroy - TB
ÍF - EB/Streymur
B68 - Kí