- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra dystir í bestu deildini

Fótbóltur í bestu mansdeildini hjá monnum er á skránni í dag. Fýra dystir verða spældir seinnapartin.

Á Tvøroyri verður fyrsti landskappingardysturin hjá TB spældur á nýggja vøllinum, og hann verður móti ÍF. Við Margáir tekur EB/Streymur móti HB og í Gundadali spæla B36 og B68. Hesir tríggir dystir byrja klokkan 15.

Fjórði dysturin verður í Fuglafirði, har Víkingur tekur í móti FC Suðuroy, og tann dysturin byrjar klokkan 16. Víkingur hevur heimavøll í Fuglafirði, tí graslíkið á vøllinum í Norðragøtu verður skift.

Fimti dysturin í sætta umfari varð spældur í Klaksvík í gjár millum KÍ og NSÍ, og tann dystin vunnu klaksvíkingar 3-2.

Í sendingini Bólturin, sum byrjar klokkan 14.45, fylgja vit við dagsins umfari, og vit siga beinleiðis frá dystinum á Tvøroyri millum TB og ÍF.