- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvær ferðir longd spælitíð

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið eru nú spældar, og greitt er, at Víkingur, HB, EB/Streymur og FC Suðuroy skulu spæla hálvfinalurnar, sum verða í mai mánaði.

Í Klaksvík stýrdi Kí fyrra hálvleiki í dystinum ímóti arvafíggindanum HB. Henry
Heinesen skoraði tvær ferðir. Men í seinna hálvleiki vaknaði HB, og við
málum frá Fróða Benjaminsyni og Andrew á Fløtum komu teir uppá javnt. Í longdu spælitíðini legði Andrew av Fløtum HB á odda, og Símun Samuelsen økti. Kí legði síðani
eitt stórt trýst á HB, men hóast Jóhan Jacobsen fekk minkað um
munin, avgjørdi HB dystin við máli frá Kristin Mouritsen, sum skoraði til endaliga úrslitið 3-5.

Tað var eisini neyðugt við longdari leiktíð á Toftum, har B68 tók ímóti Víkingi.
B68 spældi í undirtali, men megnaði at koma á odda við máli frá
Niclas Joensen. Men Víkingur fekk vent dystinum. Liðformaðurin Atli
Gregersen skoraði tvey mál innan fáar minuttir - tað seinna
við brotssparki. Sostatt eru víkingarnir klárir til
hálvfinaluna.

Eb/Streymur greiddi sína skyldu við einum 3-1 sigri á
Argjum. Hans Pauli Samuelsen legði teir á odda við beinleiðis
hornasparki. Leif Niclasen økti 15 minuttir fyri leiklok eftir snarálop,
og 5 minuttir seinni avgjørdi Sorin Anghel dystin. Martin Midjord
fekk pyntað fyri AB til endaliga úrslitið 1-3.

Tað var næstan ikki spælandi fyri vindi á Eiðinum í
Vági, tá FC Suðuroy sendi B71 heim við einum 5-1 tapi.
Tummas Hans Rubeksen legði B71 á odda í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki
skoraði FC Suðuroy fimm ferðir. Stóri leikarin, John T. Poulsen, skeyt fýra mál, harav tvey
við brotssparki. Hitt málið fekk Palli Augustinussen.