- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víkingur aftur oddalið

Toppdystur var í Fuglafirði í dag, har tvey av oddaliðunum, ÍF og Víkingur, hittust. Víkingur vann dystin 2-1. Joseph Bassene og Hjartvard Hansen skoraðu málini hjá Víkingi, meðan Høgni Zachariassen skeyt málið hjá ÍF.

Í Gundadali var Leif Niclasen dagsins maður hjá EB/Streymi, tí hann skoraði bæði málini hjá sundalagsmonnum. Jonas Flindt Rasmussen minkaði um munin fyri B36.

Hetta hevur við sær, at Víkingur nú liggur á odda í deildini við 13 stigum. HB er nummar tvey við 11 stigum, meðan ÍF og B36 verða standandi á 10 stigum.

Í Vági vann B68 1-0 móti FC Suðuroy við máli, sum Christian Høgni Jacobsen skoraði, tá ein góður tími var spældur. Í Runavík vann HB 4-2 móti NSÍ aftan á at hava verið aftan fyri 2-0 í hálvleikinum. HB brendi tvey brotsspark, men megnaði kortini at koma afturíaftur og vann dystin við tveimum málum.

Seinasti dysturin í fimta umfari varð spældur í Klaksvík millum KÍ og TB. Tann dysturin endaði við málleysum javnleiki.