- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri bankar vilja sleppa av við Moody´s

Fleiri danskir peningastovnar umhugsa nú at geva kredittmetingarfyritøkuni Moody´s durafjórðingin.

Jyllandsposturin veit frá fleiri keldum, at leiðslurnar í fleiri donskum bankum og realkredittstovnum óformliga tosa um, hvørt tey skulu sleppa samstarvinum við Moody´s, eftir at kredittmetingarfyritøkan hevur hótt við at lækka kredittmetingina hjá fleiri donskum peningastovnum.

Nykredit hevur ongar viðmerkingar til málið, men Spar Nord, Jyske Bank og Sydbank umhugsa sína framtíð saman við Moody´s.

- Tað er greitt, at tað, sum hevur hent, fær okkum at umhugsa, hvat vit yvirhøvur skulu brúka eina kredittmeting til. Tá vit hyggja at okkara viðurskiftum, eru vit á einum kredittmetingarstigi, sum vit ikki kunnu brúka serliga nógv. Um metingin fellur enn meira, hava vit enn minni brúk fyri henni, sigur samskiftisstjórin hjá Spar Nord, Ole Madsen, sambært Børsen.

Bank Nordik hevur júst avgjørt at siga upp samstarvið við Moody´s.

Janus Petersen, forstjóri, sigur, at bankin er so væl fyri fíggjarliga, at hann hevur ikki tørv á at taka lán. Tí tað er bara í sambandi við lántøku, at bankin hevur brúk fyri kredittmeting, sigur Janus Petersen.