- Tíðindi, mentan og ítróttur
700 færri løntakarar eftir einum ári
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/82a0fc8cafbdfe59f10e628bed5b6370.png?itok=Vsea93rM)

Løntakararnir gerast færri og færri í Føroyum.

Fjórða árið á rað minkaði talið í 2011. Tá vóru 700 færri løntakarar enn í 2010.

Ongantíð hava so nógv fólk fingið løn í Føroyum sum í 2007. Men nú eru 2.600 færri fólk á lønarlistanum enn í 2007.

Serliga sæst afturgongdin hjá teimum ungu, 16 til 19 ár. Hon var níggju prosent í fjør. Størsta afturgongdin er í Suðuroynni, hon var 5,5 prosent í fjør.

Í fiskivinnuni, alivinnuni og í aðrari ráevnisvinnu fór áttandi hvør úr arbeiði í fjør.

Í fjør vóru 23.262 løntakarar í Føroyum. Løntakarar eru fólk í aldrinum 16 til 74 ár, sum hava minst eina skattaða dagsløn um mánaðin.

Í almennari fyrisiting eru at kalla eins nógvir løntakarar nú sum í 2008.